Eik og Tryggingarfelagið nýggjar nevndarlimir

Eik og Tryggingarfelagið nýggjar nevndarlimir
Marion á Lakjuni skal veljast í nevndina fyri Eik Banka, og Ingeborg Godtfred og Ingunn Eiriksdóttir skulu veljast í nevndina fyri Tryggingarfelagið
 
22.06.2015 - 15:37

Eik banki skal hava ein nýggjan nevndarlim, og Tryggingarfelagið skal hava tveir nýggjar nevndarlimir.

Tí er lýst til eykaaðalfund í Eik banka tann 6. juli.

Árni Jakobsen, sum hevur verið nevndarlimur í Eik banka, fór úr nevndini á aðalfundinum. Fyri hann er ætlanin at velja Marion á Lakjuni í nevndina í Eik banka. Hon situr í nevndini í TF Holding.

Ein nevndarlim aftrat

Tí er eisini neyðugt at broyta nevndina í Tryggingarfelagnum, og samstundis er avgjørt, at nevndin í Tryggingarfelagnum skal hava ein nevndarlim aftrat.

Á eykaaðalfundinum verður mælt til, at Ingeborg Godtfred og Ingunn Eiriksdóttir verða valdar í nevndina fyri Tryggingarfelagið.

Seks nevndarlimir, sum aðalfundurin velur, manna nevndina í Eik, saman við trimum umboðum, sum starvsfólkini velja.

Í framtíðini skulu fýra nevndarlimir, sum aðalfundurin velur, manna nevndina í Tryggingarfelagnum, saman við tveimum nevndarlimum, sum starvsfólkini velja.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV