Handan av Reumert virðislønum verður í kvøld

Handan av Reumert virðislønum verður í kvøld
Olaf Johannessen er í uppskoti til ein Reumert sum besti mannligi høvuðsleikari
 
21.06.2015 - 14:16

Í kvøld verður ársins Reumert latin sjónleikarum og leiklistafólkum í Danmark , og millum tey, sum eru í uppskoti er føroyingurin Olaf Johannessen. 

Olaf Johannessen er í uppskoti til at gerast besti mannligi høvuðsleikari, og tað er fyri heilar tríggjar leiklutir, nemliga høvuðsleiklutin í "Samtale før døden" á Betty Nansen Teatrinum, "Mefisto" á Betty Nansen Teatrinum og "Heksejagt" á Det Kongelige Teatrinum. 

 

Handanin av ársins Reumert verður á Kongaliga teatrinum klokkan hálgum sjey føroyska tíð. Tað ber til at fylgja við á DRK, sum sendir beinleiðis frá tiltakinum frá klokkan seks føroyska tíð. 

Tað er "Bikubenfonden" sum letur Reumert-virðislønina til bestu avrikini innan danska leiklist og hvørt ár verða latnar 26 ymiskar heiðurslønir. 

Í dag er 17. ferð, at ein Reumert verður latin, og fyrireikararnir lova eitt øðrvísi minni hátíðarligt og meira sjónvarpsvinarligt show í ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV