Dómur fellur um tríggjar vikur

Dómur fellur um tríggjar vikur
BankNordik vann í Føroya rætti, men teir 20 lántakararnir skutu dómin inn fyri Landsrættin
 
19.06.2015 - 15:42

Um slakar tríggjar vikur fellur dómur í Eystara landsrætti í sakarmálinum millum 20 húski og BankNordik.

BankNordik vann í Føroya rætti, men teir 20 lántakararnir skutu dómin inn fyri Landsrættin. 

Og Eystari landsrættur hevur viðgjørt málið í hesari vikuni. Proseduran var í gjár, og málið er tikið upp til dóms. Dómur fellur 7.juli.

Fólk stevndu BankNordik við kravi um, at avtalur um lán, sum tey tóku í 2006 og í 2007, skuldu halda fram sum avtalað varð, og at bankin ikki hevði rætt til at broyta lánstreytirnar í 2012.

Upprunaliga var talan um hálvttriðja hundrað húski, sum læntu okkurt um 200 milliónir kr. frá BankNordik.

Men bankin bjóðaði teimum nýggjar lánstreytir, sum nøkur tóku av.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV