Frætti um óhapp hjá Teistanun í fjølmiðlunum

Frætti um óhapp hjá Teistanun í fjølmiðlunum
Sjóvinnustýrið hevur skrivað frágreiðing um hendingina 17.apríl í fjør
 
17.06.2015 - 11:24

Sjóvinnustýrið visti av ongum, fyrr enn tíðindini komu í Kringvarpinum og øðrum miðlum um, at strandfaraskipið Teistin hevði borið við grótkastið í Hesti skírismorgun í fjør.

Sjóvinnustýrið hevur skrivað frágreiðing um hendingina 17.apríl í fjør.

Um fráboðanarskyldu sigur Sjóvinnustýrið, at tá óhapp henda, skulu skiparin ella reiðarin boða Sjóvinnustýrinum frá skjótast til ber. 

Men Sjóvinnustýrið fekk ikki boð um óhappið hjá Teistanum, fyrr enn fjølmiðlar høvdu tíðindini um tað.

Kunnu altíð ringja

Hetta var ein halgidag, skírisdag, men Sjóvinnustýrið hevur eina vakttelefon, sum altíð kann ringjast til, stendur í frágreiðingini. 

Sjóvinnustýrið fekk at vita frá Strandfaraskipum landsins, at ISM trygdarmanualurin hjá Teistanum ella Strandferðsluni hevði einki um fráboðanarskyldu til Sjóvinnustýrið. 

Hetta skuldi broytast, so Sjóvinnustýrið fær boð sum skjótast um óhapp hjá strandfaraskipunum. 

43 fólk við

Fitt av vindi var, 18 m/sek. av útnyrðingi, og harður streymur, tá Teistin á veg inn í havnina í Hesti bar við grótkastið. 

43 ferðafólk vóru við og manningin taldi sjey fólk. Eingin fólkaskaði hendi. Bakborðsskrúva fekk skaða av óhappinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. februar
Morgunlestur hósdagur 27. februar 2025
187867
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889