Watson hóttir við tiltøkum í norskum sjógvi

Watson hóttir við tiltøkum í norskum sjógvi
Norski flokkurin Ny Tid samanber er Sea Shepherd við Al-Qaida og IS
 
15.06.2015 - 08:32

Norski flokkurin Ny Tid hevur skrivað kanadiska sendiharranum í Noregi bræv, nú ein kanadiskur ríkisborgari, Paul Watson, hóttir við tiltøkum í norskum sjógvi.

Sea Shepherd hevur hótt við tiltøkum móti norskum hvalabátum í summar.

Ny Tid hevur biðið Verjumálaráðið, Fiskimálaráðið og Løgmálaráðið um vissu fyri, at Noreg hevur eina tilbúgving, sum forðar fyri tí, Ny Tid kallar yvirgangsatsóknir í norskum sjógvi. 

Al-Qaida og IS

Sambært Fiskeribladet samanber Ny Tid Sea Shepherd við Al-Qaida og IS, ríki islams.

Fiskeribladet Fiskaren hevur vent sær til bæði Paul Watson og Sea Shepherd og spurt, hvat tey halda um at verða samanborin við yvirgangsfelagsskapir, og nær tey ætla sær til Noregs, men blaðið hevur einki svar fingið.

Ny Tid vísir á, at norska hvalaveiðan er lóglig og væl stýrd.

Sea Shepherd hevur søkt hvalabátar í Noregi. Tað var í 1993.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV