- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú er analoga sendinetið sløkt
Nú ber ikki til longur at síggja sjónvarpið hjá Kringvarpinum analogt.
Stutt eftir klokkan 13, sløkti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, høvuðssendaran til analoga sendinetið á Húsareyni.
Seinastu árini hevur verið ein tilgongd at sløkkja analoga sendinetið, samstundis sum Televarpið hevur útbygt sítt tilgilda sendinet kring landið. Hetta arbeiðið er liðugt, og talgilda netið røkkur nú alt landið
Fyrsti analogi sjónvarpssendarin varð settur upp í áttatiárunum. Hann hóraði, til fyri umleið seks árum síðani, tá ein nýggjur analogur høvuðssendari varð settur upp.
Samstarv við Føroya Tele
Eina tíð var orðaskifti um, hvørt landið skuldi hava sítt egna talgilda sendinet, men endin var, at avtala varð gjørd við Føroya Tele og Televarpið um, at sjónvarpið skuldi nýta talgilda netið hjá teimum, og samstundis varð farið undir eina útbygging, sum talgilda netið rakk alt landið.
So hvørt, sum útbygt hevur verið, eru analogu sendararnir sløktir.
Nú var bara høvuðssendarin á Húsareyni eftir.
Hann varð sløktur í dag, og við honum fór ein gomul og ótíðarhóskandi tøkni í søguna.