Fyrstu Sea Shepherd-fólkini komin

Fyrstu Sea Shepherd-fólkini komin
Felagsskapurin ætlar at vera í Føroyum til í oktober
 
15.06.2015 - 08:38

Felagsskapurin Sea Shepherd er nú komin til Føroya. Fimm fólk og tveir bilar komu í land við Norrønu í gjárkvøldið, upplýsir løgreglan.

Tvíkiljan Brigitte Bardot hevur eisini sett kós ímóti Føroyum úr Bremen í Týsklandi. Brigitte Bardot verður eitt av trimum skipum hjá Sea Shepherd, sum verða í Føroyum í summar.

Sea Shepherd hevur boðað frá, at tey vera í Føroyum til í oktober.

Heitið á átakinum í summar er "Operation Sleppið Grindini". Tey ætla at hava fólk á bæði landi og sjógvi, nú felagsskapurin ger enn eina roynd at steðga grindadrápi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV