Espersen: Kortanei til føroyska grundlóg

bannari
Espersen: Kortanei til føroyska grundlóg
Fólkatingsmaðurin hjá Danska Fólkaflokkinum sigur, at hvørki Løkke ella Thorning taka undir við, at Føroyar og Grønland fáa egna grundlóg
 
15.06.2015 - 08:03

Danski Fólkaflokkurin fer undir ongum umstøðum at taka undir við einari føroyskari grundlóg.

Nú danska valstríðið er í hæddini, sigur tingmaðurin Søren Espersen, at tað verður ikki talingur um, at Føroyar og Grønland fáa sína egnu grundlóg eftir fólkatingsvalið.

- Føroyar kunnu fáa sína egnu grundlóg sum sjálvstøðug tjóð, men ikki sum partur av ríkisfelagsskapinum. Eg havi tosað við Lars Løkke Rasmussen og Helle Thorning-Schmidt um hetta, og tey fara bæði at vísa einum slíkum kravi aftur, sigur hann við grønlendska Sermitsiaq.

Søren Espersen skoytir uppí, at Danski Fólkaflokkurin fer ikki at styðja eina stjórn, sum gevur føroyingum samtykki at smíða sína egnu grundlóg.

Sara Olsvig, forkvinna í grønlendska IA, hevur skotið upp, at danska stjórnin stovnar eina ráðharrastovu fyri ríkisfelagsskapin og Arktis. Hesum tekur Danski Fólkaflokkurin undir við.

Nakrar veljarakanningar hava víst, at fólkatingsumboðini úr Føroyum og Grønlandi kunnu fáa ávirkan á, hvør verður forsætisráðharri í Danmark eftir valið hósdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109