- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hagstovan: 4829 føroyingar í fátækraváða
4.829 føroyingar høvdu í fjør eina inntøku, ið var so lág, at tey vóru í fátækraváða. Hetta svarar til 10,3% av øllum. Hetta er ein lítil vøkstur í min til árið fyri, tá 10% vóru í fátækravága.
Fyrsta ári, ið mát vórðu gjørd fyri fátækravága var í 2009, og tá vóru 8,8 prosent í fátækravága, og talið av teimum, ið er í fátækravága er økt hvørt ár.
Ísland best fyri
Ísland var í fjør tað norðurlandið, har fægst fólk liva í fátækravága, meðan Føroyar hava næstlægsta partin av fólkinum í fátækraváða.
Svøríki og Danmark eru tey Norðurlond í 2013 við flest borgarum í fátækraváða.
Markið er 128.000 krónur um árið
At verða í fátækraváða er at hava eina so mikið lága inntøku, at hon er undir 60% av mið-javnvirðisinntøkuni (medianini) fyri allar borgarar í landinum.
Í Føroyum var markið fyri, nær ein persónur var í fátækraváða í fjør, roknað til 128.088 kr. í javnvirðisinntøku.
Hetta svarar til tøku inntøkuna, sum ein stakur persónur skuldi hava, fyri ikki at fella undir markið fyri fátækraváða. Eru fleiri persónar í húskinum, broytast mørkini fyri, nær persónarnir í húskinum eru í fátækraváða.
Meira er at lesa á heimasíðuni hjá Hagstovuni, sum er hagstova.fo