Fyrireika sáttmálasamráðingar

Fyrireika sáttmálasamráðingar
Lønardeildin og stóru fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum eru farin undir at fyrireika sáttmálasamráðingarnar eftir summarfrítíðina
Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum og stóru fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum eru farin undir at fyrireika sáttmálasamráðingarnar
 
12.06.2015 - 14:56

Galdandi sáttmálar eru til 1. oktober, og nøkur feløg hava longu sagt upp. Uppsagnarfreistin er tríggir mánaðir, so hon er til 1. juli.

Snorri Fjalsbak, leiðari á Lønardeildini, sigur, at fundir hava longu verið við nøkur av stóru feløgunum. Í næstu viku vera fundir við Starvsmannafelagið, Lærarafelagið og Akademikarafelagið.

Í aðru viku verður fundur við Pedagogfelagið og í august við sjúkrarøktarfrøðingarnar. Lønardeildin hevur sáttmála við 26 fakfeløg og harafturat sjey avtalur við tænastufólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV