- Tíðindi, mentan og ítróttur
Triði hvør íðkar ítrótt
Triði hvør íðkar ítrótt
Triði hvør føroyingur er ítróttarfólk, vísir kanning, Ítróttasamband Føroya hevur gjørt. Best umtókta greinin, millum íðkarar, er fótbóltur
11.06.2015 - 08:24
15.633 fólk í Føroyum íðka ítrótt, sigur ÍSF, sum hevur kunngjørt frágreiðing um umstøðurnar hjá øllum ítróttargreinum í Føroyum, og hvussu nógv fólk íðka hvørja ítrótt.
Nógv best umtóktu ítróttargreinarnar eru fótbóltur, handbóltur og fimleikur. 4.733 fólk sparka, 3.617 spæla handbólt og 2.068 gera fimleik.
Frágreiðingin hjá ÍSF sigur eisini, at í Føroyum er eingin bogaskjótibreyt, eingin altjóða golfvøllur, eingin judohøll og eingin borðtennishøll.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV