Ósamd um keypsprís

Ósamd um keypsprís
Bygningsstyrelsen og Tórshavnar kommuna eru ikki samd um prísin á bankabygninginum í Húsagøtu
Tórshavnar kommuna og Bygningsstyrelsen, ið leigar bygningar til løgregluna, eru ikki samd um keypsprísin fyri bankabygningin hjá BankNordik í Húsagøtu
 
09.06.2015 - 13:25

Danska Bygningsstyrelsen og Tórshavnar kommuna eru ikki enn vorðin samd um prísin fyri bankabygningin í Húsagøtu í Havn, sum ætlanin er at keypa til politiið í Føroyum.

Hjá Bygningsstyrelsen vilja tey bara siga, at tey tosa framvegis við Tórshavnar kommunu um BankNordik-bygningin. Mannagongdin er tann, at Bygningsstyrelsen keypir, og síðani leigar politiið frá Bygningsstyrelsen.

Neyðugt at byggja um

John Kølbæk, fúti, sigur, at bygningurin hjá BankNordik í Húsagøtu er væl egnaður sum poltistøð, men neyðugt verður at byggja eina hædd omaná.

Hann heldur ikki, at nógva ferðslan í R.C. Effersøesgøtu verður nøkur forðing, tá politið skal av stað í skundi. Eina ferð var ætlanin, at byggjast skuldi ein fyribils politistøð við Karla Magnusarbreyt í Hoyvík, men tann ætlanin er slept - fyribils.

Tórshavnar kommuna keypti fyri góðum tveimum árum síðani bygningarnar hjá BankNordik. Bygningurin í Húsagøtu kostaði 40 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV