Hon fekk fleiri klagur í 2014 sammett við 2013

Hon fekk fleiri klagur í 2014 sammett við 2013
Løgtingsins umboðsmaður fekk 20 prosent fleiri klagur í 2014 samanborið við 2013. Ársfrágreiðingin varð í dag handað formansskapinum hjá Løgtinginum
Løgtingsins umboðsmaður fekk umleið 20 prosent fleiri klagur í 2014 sammett við 2013
 
09.06.2015 - 15:52

Frágreiðingin hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2014 er í dag handað formansskapinum hjá Løgtinginum. Í frágreiðingini sæst, at umboðsmaðurin fekk 79 klagur í 2014 - tað eru umleið 20 prosent fleiri samanborið við 2013.

66 av klagunum vórðu endaliga avgreiddar í fjør. Harumframt vóru 10 klagur avgreiddar, sum vóru innkomnar frá undanfarnu árum.

1. oktober 2014 kom broyting í lógini um Løgtingsins umboðsmann í gildi, har umboðsmaðurin skal tryggja og hava eftirlit við implementeringini av ST-Barnasáttmálanum, herundir rættindum hjá børnum, soleiðis at føroyskir myndugleikar lúka skyldurnar sambært sáttmálanum.

Sí frágreiðingina her: Løgtingsins umboðsmaður, ársfrágreiðingin 2014

Í sambandi við at børn hava fingið møguleika at klaga til umboðsmannin, um tey halda seg verða skeivt viðfarin, fekk umboðsmaðurin eina nýggja heimasíðu, bum.fo, sum beinleiðis vendir sær til børn og ung.

Løgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja skyldur sínar, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt ímóti einstaka borgaranum.

Ein og hvør kann klaga til umboðsmannin og tað er ókeypis. Frágreiðingin verður latin løgtingsmonnum, landsstýrinum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV