Finst at setan

Finst at setan
Vinnumálaráðið sigur seg einki skeivt hava gjørt tá ein fulltrúi skuldi setast á Uttanríkistænastuni. Løgtingsins umboðsmaður hevur ikki somu hugsan
Løgtingsins umboðsmaður heldur, setanin av einum fulltrúa í Uttanríkistænastuni eigur at viðgerast av nýggjum, sigur umboðsmaðurin í niðurstøðu
 
09.06.2015 - 08:56

Hóast Vinnumálaráðið sigur seg einki skeivt hava gjørt, tá eitt fulltrúastarv í Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni varð sett, fer ráðið kortini at "gjøgnumganga tilgongdir í sambandi við setanarmál generelt.

Tað verður gjørt til tess at tryggja, at mannagongdir í setanarmálum eru neyvar og greiðar, ella viðurskifti eru, sum kunnu betrast," sum aðalstjórin, Bjørgfríð Ludvig, skrivar í brævi til Løgtingsins umboðsmann í gjár.

Løgtingsins umboðsmaður fór av sínum eintingum undir at kanna starvssetanina í Uttanríkistænastuni. Vinnumálaráðið setti fólk í starvið, tí Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, var ógegnig í málinum.

Tók málið upp aftaná grein á vp.fo

Umboðsmaðurin vísti á eina viðmerking á Vágaportalinum um, at tann, sum fekk starvið, hevur tætt tilknýti til løgmansstjóran. Samstundis vóru aðrir umsøkjarar, teirra millum ein, sum var fyribilssettur í starvinum síðani á sumri 2011.

Sólja í Ólavstovu, Løgtingsins umboðsmaður, bað síðani Vinnumálaráðið um at lata sær skjølini í málinum. Eftir at hava lisið skjølini, fekk Vinnumálaráðið boð um, at Umboðsmaðurin fór at kanna málið.

Les niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni her (letur upp í nýggjum kaga): Skriv um setan av fulltrúa í uttanríkistænastuni í Løgmansskrivstovuni

Løgtingsins umboðsmaður setti millum annað spurnartekin við, at ein deildarstjóri og ein ráðgevi á Løgmansskrivstovuni vóru í setanarbólkinum, hóast málið varð flutt haðani í Vinnumálaráðið.

Niðurstøðan varð, at Løgtingsins umboðsmaður mikudagin í síðstu viku bað Vinnumálaráðið viðgera setanina av nýggjum. Tað vil Vinnumálaráðið ikki. Løgtingsins umboðsmaður ger ikki meira við málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV