- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður eykaaðalfundurin um vindmyllurnar
Á eykaaðalfundinum fríggjadagin í næstu viku, skal støða takast til, um vindmyllurnar í Húsahaga skulu leggjast í eitt partafelag, sum orkufelagið Magn skal eiga ein triðing av.
Avgerðin um partafeløgini varð útsett á aðalfundinum seinast í apríl. Á eykaaðalfundinum verða kommunurnar eisini kunnaðar um útbyggingina, ið skal gerast á motorverkinum á Sundi.
Jarðfeingi hevur kravt, at tær fimm vindmyllurnar á Eystnesi skulu leggjast í eitt partafelag og tær 13 vindmyllurnar í Húsahaga skulu leggjast í eitt annað partafelag.
Neyðugt at broyta viðtøkurnar
Fyri at tað skal verða gjørligt at leggja vindmyllurnar í Húsahaga og Neshaga í partafeløg, er neyðugt at broyta viðtøkurnar fyri SEV.
Tá SEV hevði aðalfund seinast í apríl, var tann avgerðin útsett, og SEV skuldi tí kalla saman til eykaaðalfund.
Tað hevur ongan týdning fyri SEV, um partafeløgini verða stovnað ella ikki, segði nevndarformaðurin, Jákup Suni Lauritsen eftir aðalfundin í apríl.
Uppskot um at lata Magn eiga í
Ein av viðtøkubroytingunum, sum skotið varð upp at fremja, var, at geva oljufelagnum Magn loyvi at eiga ein triðing av vindmyllulundini í Húsahaga.
Tað var greitt á fundinum, at kommunurnar vóru ikki fyri at lata ognirnar til eitt privat partafelag.
Tann spurningurin hevur heldur ikki stórvegis týdning fyri SEV, segði Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður, tá SEV hevði aðalfund í apríl.