P-tal og kontunummar hjá stjóra víst í innliti

P-tal og kontunummar hjá stjóra víst í innliti
Tað er ikki í lagi at senda P-tal og kontunummar hjá fólki, tá biðið verður um innlit í starvsfólkamál
 
01.06.2015 - 09:36

Í tveimum førum hava myndugleikar givið innlit í viðkvæmar upplýsingar um privat viðurskifti hjá fólki, upplýsingar, sum myndugleikarnir ikki høvdu loyvi at lata sambært lógini um alment innlit í fyrisitingina.

Tað sigur Løgtingsins umboðsmaður, sum hevur kannað 87 innlitsmál hjá aðalráðunum. 

P-tal og kontunummar

Í øðrum førinum sendi Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum bæði P-tal og kontunummar hjá einum almennum stjóra, tá biðið var um innlit í, hvussu stjórastarvið var flokkað. 


Í hinum førinum læt Mentamálaráðið upplýsingar um stovnsleiðara. Talan er um, eftir upplýsingunum í málinum at døma, ógrundaðar skuldsetingar móti starvsfólki um møgulig revsiverd viðurskifti.

Handfarast við varsemi

Tað er av alstórum týdningi, at tílíkar eymar upplýsingar verða handfarnar við størsta varsemi, og tískil er tað serstakliga óheppið, at Mentamálaráðið hevur givið innlit í hesar upplýsingar, sigur Løgtingsins umboðsmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV