- Tíðindi, mentan og ítróttur
Latið viðkvæmar upplýsingar um privat viðurskifti
Myndugleikarnir høvdu ikki loyvi at lata hesa upplýsingar, sambært lógini um alment innlit í fyrisitingina, sigur Løgtingsins umboðsmaður, sum hevur kannað, hvussu aðalráðini hjá landsstýrinum viðgera umbønir um alment innlit.
Umboðsmaðurin hevur kannað 87 innlitsmál hjá aðalráðunum.
Gjørdar og óhepnar mannagongdir
Endamálið var at vita, um skipanarligir feilir eru gjørdir ella óhepnar mannagongdir hava verið.
Løgtingsins umboðsmaður heldur til dømis ikki, at tað var rætt at sýta fyri at lata innlit í málið um føroyskan limaskap í WTO, heimshandilsfelagsskapinum.
Umboðsmaðurin vísir í fleiri førum á, at hóast fult innlit ikki er givið, sæst ikki í málinum, hvørji skjøl, aðalráðini ikki hava latið innlit í, ella hvørjar upplýsingar aðalráðini hava hildið aftur.
Skjót avgreiðsla
Millum annað kannaði Løgtingsins umboðsmaður heimildina hjá myndugleikum at krevja gjald fyri avrit av skjølum, sum innlit verður latið í.
Eitt dømi er um, at peningur uttan heimild er kravdur fyri avrit av skjølum.
Samanumtikið heldur Umboðsmaðurin, at aðalráðini brúka stutta tíð at avgreiða umbønir um alment innlit.