Eplavelta hjálpir granskarum at køva blámusopp

Eplavelta hjálpir granskarum at køva blámusopp
Tilvildarligur túrur í eina eplaveltu í SuðurGrønlandi hevur givið donskum granskarum slóð at elta, sum kann geva teimum nýtt vápn móti blámusoppi
 
30.05.2015 - 17:00

Talan er um bakteriur, sum forða blámusoppi at vaksa, - og tað hevur stóran týdning m.a. fyri tey, sum hava eplaveltir. Tað skrivar lærdi háskúlin í Keypmannahavn í tíðindaskrivi.

Á vitjanini undraðust granskararnir á, at tey í SuðurGrønlandi kundu brúka nett-sama jarðarteig til at veltu ár undan ári.

- Í Danmark og aðrastaðni í heiminum kanst tú ikki velta epli sama stað í fleiri ár, tí so kemur blámusoppur í, men soleiðis er ikki í Grønlandi. Tí fóru vit til Grønlands at kanna, hvat hendir í grønlendsku moldini, sigur Peter Stougaard, lektari við instituttið fyri Plantu- og umhvørvisvísund í tíðindaskrivinum.

Forða blámusoppi at vaksa

Víðari kanningar hjá granskarunum vístu, at stór upphóping av bakterium eru í grønlendsku moldini, sum framleiða evni, ið forða soppinum at vaksa.

Granskarar vóna nú, at teir kunnu brúka vitanina úr Grønlandi til at menna burðardyggari landbúnað, stendur í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049