OPEC væntar lágan oljuprís tvey ár afturat

OPEC væntar lágan oljuprís tvey ár afturat
Lági oljuprísurin heldur sær í tvey ár afturat, væntar oljufelagsskapurin OPEC
 
29.05.2015 - 07:19

Oljufelagskapurin, OPEC, sigur seg vænta, at oljuprísurin verður verandi lágur tvey ár aftrat.

Tað vísir ein frágreiðing, sum felagskapurin hevur gjørt.

Har verður sagt, at hóast oljuprísurin er lágur, so heldur sølan av olju í Norðuramerika fram við at veksa.

Og tann vøksturin fer at halda fram til 2017 í øllum førum, sigur frágreiðingin.

Oljunýtslan minkað

Annars er oljunýtslan minkandi, og OPEC-londini rokna við, at sølan hjá teimum fer at minka úr 30 milliónum tunnum um dagin í fjør, niður í 28,2 milliónir tunnur um dagin í 2017.

Síðani í juni í fjør er oljuprísurin lækkaður støðugt, samstundis sum sølan hjá londunum, sum ikki eru við í OPEC, er vaksin.

Í juni í fjør varð ein tunna av olju úr Norðsjónum seld fyri 115 dollarar, nú er prísurin næstan farin niður í helvt. Økta amerikanska sølan av skifer-olju, og at OPEC londini í november í fjør ikki vildu lækka søkluna, verður mett at vera størsta orsøkin til lága prísin.

Í næstu viku fara londini í OPEC at umrøða olju-prísin á fundi í Wien.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV