- Tíðindi, mentan og ítróttur
P/f Poul Hansen upp í matstovuvinnuna
Tað er eingin forðing fyri virknari kapping á gistingar- og matstovumarknaðinum í Føroyum, at P/f Poul Hansen keypir partabrøvini hjá smápartafelagnum TF Íløgum í partafelagnum Gist og Vist.
Kappingareftirlitið metir heldur ikki, at partabrævakeypið fer at ávirka kappingina millum heilsølur í Føroyum.
Kappingareftirlitið hevur tí góðkent partabrævakeypið.
Hotell og matstovur
P/f Gist og Vist rekur Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn, Kerjalon, Hotel Vágar og matstovur í Havn og í Vágum. Harafturat hevur felagið virksemi á festivalum í Føroyum.
P/f Poul Hansen eigur nú 35 prosent í Gist og Vist, P/f Dvøl eigur 40 prosent, Atlantic Airways tíggju prosent og leiðandi starvsfólk í Gist og Vist eiga 15 prosent.
P/f Gist og Vist leigaði Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn, men nú hevur Gist og Vist keypt hotellini frá TF Ognum. Harumframt verður eitt øki við Hotel Tórshavn, sum TF Ognir keyptu frá Tórshavnar kommunu, selt P/f Gist og Vist.