Heilsuverkið brúkti 119 mió. kr. til heilivág

Heilsuverkið brúkti 119 mió. kr. til heilivág
Útreiðslurnar hjá heilsuverkinum til heilivág vaksa við rúkandi ferð, upplýsir Karsten Hansen, landsstýrismaður, í svari til Gunnvør Balle,
 
22.05.2015 - 12:10

Útreiðslurnar hjá heilsuverkinum til heilivág vaksa skjótt.

Í 2008 nýttu sjúkrahúsverkið  og Heilsutrygd tilsamans 90 milliónir krónur til heilivág. Í fjør vóru útreiðslurnar góðar 119 milliónir krónur, vøksturin er góðar 29 milliónir krónur.

Tað sæst í svari frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, til Gunvør Balle, tingkvinnu. Meginparturin av útreiðslunum er til nýggjan biologiskan heilivág til viðgerð fyri húð og giktasjúkur, nýggj sløg av heilivági til viðgerð fyri blóðtøpp, heilivágur at viðgera prostatakrabba og heilivágur til typu2 diabetes.

Higartil í ár eru útreiðslurnar til heilivág góðar 32 milliónir krónur.

Leiðslan á landssjúkrahúsinum hevur í frágreiðing til Heilsumálaráðið fyrr í ár mælt til, at útreiðslurnar til heilivág verða gjørdar til eina lógarbundna útreiðslu á fíggjarlógini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV