Dómkirkjan liðug á ólavsøku

Dómkirkjan liðug á ólavsøku
Umfatandi umvælingar eru gjørdar í kirkjuni, og arbeiðið er seinkað ein góðan mánað
 
22.05.2015 - 09:53

Havnar kirkja - Dómkirkjan - letur ikki upp aftur hálvan juni sum ætlað. Umvælingarnar í kirkjuni hava verið so mikið umfatandi, at arbeiðið er seinkað góðan mánað.

Ætlanin var at hava opið aftur hálvan juni, men nú er greitt, at tað verður ikki fyrr enn eina viku fyri ólavsøku.

Havnar kirkja hevur verið stongd síðan á nýggjárinum, tí stórar umvælingar verða gjørdar. Millum annað eru flísar lagdar á túnið, kirkjan er málað innan og uttan, kórið er umvælt, og stórar ábøtur eru gjørdar á el-skipanina.

Arbeiðið at umvæla Dómkirkjuna kostar umleið fimm mió kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV