- Tíðindi, mentan og ítróttur
Almennar tænastur skulu talgildast
Fólk og fyritøkur í Føroyum eiga at kunna avgreiða øll síni ørindi hjá tí almenna í telduni.
Tað er eitt endamálið, nú ein bólkur er settur at gera eina ætlan um at talgilda almennar tænastur.
Hini endamálini eru at fáa upplýsingar og tænastur hjá tí almenna og hjá vinnuni tøkar á netinum og talgilda veitingar og mannagongdir hjá tí almenna, upplýsir Løgmansskrivstovan.
Verkætlanin kallast Talgildu Føroyar.
Í verkætlanarbólkinum eru fólk í almennu fyrisitingini, kommunum og vinnuni og føroyskir og útlendskir serfrøðingar.
Um ein góðan mánað, tann 25.juni, skulu tey almannakunngera eina yvirskipaða strategi við tilmælum um talgildar tænastur, talgildan samleika, grundskráir og samskifti og KT, kunningartøkni, hjá tí almenna.