Sambýlið á Strondum liðugt

Sambýlið á Strondum liðugt
Almenn móttøka verður leygardagin, og tá verður navnið eisini avdúkað
 
21.05.2015 - 09:37

Sambýlið á Strondum er nú liðugt, og almenn móttøka verður leygardagin. Tá verður navnið á sambýlinum eisini avdúkað

Sambýlið kostar góðar 12 milliónir, og pláss eru fyri 10 fólkum. 

Bygningurin er góðar 600 fermetrar, og kømrini eru 24 fermetrar hvørt.

Í sambýlinum er eisini eitt røktarrúm, har møguleiki er at hava tænastur, sum t.d. tannlækna, fótarøkt og háfríðkan. 

Sjóvar kommuna hevur nýtt sambýlið Giljagarð í Leirvík sum fyrimynd, og tað er Norðsetur, sum hevur bygt.

Skálafjarðarsamstarvið

Sjóvar kommuna er partur av Skálafjarðasamstarvinum um eldraøkið saman við Runavíkar og Nes kommunu. Sjóvar kommuna fer seinni í ár at lata Skálafjarðasamstarvinum nýggja sambýlið. Sjóvar kommuna hevur goldið sambýlið, men hinar kommunurnar fara at rinda sín part av heiminum, sigur borgarstjórin, Artur Johansen. 

Seinnapartin í gjár var almenn móttøka á eldrasambýlinum Gøtubrá í Norðagøtu, har nýggj demensdeild er sett á stovn.

Heimatænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu varða av nýggju demensdeildini. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV