WHO: Í mesta lagi ein tíma hvønn dag

WHO: Í mesta lagi ein tíma hvønn dag
Ungdómar eiga í mesta lagi at lurta eftir tónleiki í høvuðtelefonum ein tíma hvønn dag, ávarar WHO. 43 milliónir fólk hava longu fingið hoyriskaðar
43 milliónir fólk hava longu fingið varandi hoyriskaðar, tí tey lurta eftir ov harðum tónleiki í høvuð telefonum. WHO mælir nú fólki til at vísa varsemi
 
15.05.2015 - 12:30

1,1 milliard fólk eru í vanda fyri at fáa varandi hoyriskaðar tí tey lurta eftir hørðum tónleiki í ov langa tíð, sambært WHO, heimsheilsustovninum.

Tað er serliga tí ungdómar lurta eftir tónleiki í høvuðtelefonum og hava ljóðið frá eitt nú fartelefonum ov hart frá, sigur WHO í frágreiðing, ið varð kunngjørd í februar mánað.

Helmingurin av teimum í aldrinum frá 12 - 35 ár eru í vanda fyri at fáa hoyriskaðar og kunnu fáa tinnitus við varandi hoyriskaðum, sigur stovnurin í frágreiðingini.

WHO: Soleiðis verjir tú oyruni

Fyri at minka um vandan fyri varandi hoyriskaðum, mælir World Healt Organization til at ungdómar fylgja ráðunum og tilmælinum, ið WHO hevur gjørt.

● Hav ikki tónleikin hart frá

● Lurta í mesta lagi ein tíma hvønn dag

● Brúka høvuðtelefonir, ið doyva óljóð

Higartil hava fleiri enn 43 milliónir fólk fingið varandi hoyriskaðar, tí tey hava tónleik frá eitt nú fartelefonum ov hart frá í høvuðtelefonum, sigur heimsheilsustovnurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
186188
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081