Ver róligur: Golfstreymurin er væl fyri

Ver róligur: Golfstreymurin er væl fyri
Golfstreymurin hevur somu ferð, somu megi og hitin er nú hin sami, sum tá byrjað varð at mátað í 1995, siga norskir granskarar.
 
13.05.2015 - 11:48

Í 20 ár hava norðmenn granskað Golfstreymin, og við hesi gransking verða allar spekulatiónir og allur slatur um, at streymurin er farin at vikna, vístar aftur.

Golfstreymurin hevur somu ferð, somu megi og hitin er nú hin sami, sum tá byrjað varð at máta í 1995. 

Tað vísa norskar tímamátingar, sum vísa hita og styrki hjá streyminum tíma eftir tíma, og mátingarnar eru gjørdar síðani 24. apríl 1995.

Støðugur streymur

- Vit síggja, at streymurin er lívligur, so at skilja, at hann broytist bæði eftir árstíðini og ár fyri ár. Men nú kunnu vit síggja 20 ár í einum, og nú vísir tað seg, at vit einki rák hava. Yvir langa tíð er streymurin støðugur, sigur Kjell Arild Orvik, professari og havgranskari við Geofysisk Institutt á lærda háskúlanum í Bergen, við vg.no.

Hann sigur, at tað hevur alstóran týdning at hava eygleitt Golfstreymin í nógv ár, - eins og Noreg hevur gjørt uttanfyri Stad á Vesturlandinum.

- Til dømis vístu mátingarnar fyrstu 10 árni, at hitin í sjónum vaks ógvusligt, - við einum hitastigi. Og tað er vert at hugsa um í sambandi við alheims upphitingina. Men so sóu vit, at hitin minkaði aftur næstu 10 árini, - og er nú aftur á sama stigi sum í 1995. Tað merkir, at Golfstreymurin hevur langtíðarsveiggj, sigur Orvik.

Veðurlagsútrokningar siga nakað annað

Veðurlagsútrokningar vísa, at Golfstreymurin fer at vikna orsakað av alheims upphitingini,  og enntá at hann fer niður í hálva ferð innan ár 2100.

Týski granskarin, Stefan Rahmstorf, gjørdi eisini vart við seg, tá hann í vetur vísti síni úrslit um, at Golfstreymurin var í ferð við at brásteðga. Nógvi ísurin sum bráðnar í Grønlandi elvir eisini til, at Golfstreymurin steðgar, verður sagt.

Um aldarskifti stúrdu leiðandi verðurlags-granskarar fyri, at Golfstreymurin fór at broyta kós. Men einki av hesum tykist gerast veruleiki, skrivar vg.no. Heldur tvørtur í móti.

Svensk-amerikanski havgranskarin og serfrøðingur í Golfstreyminum, Thomas Rossby, kunngjørdi í 2013 frágreiðing sína um høvuðsGolfstreymin. Og hon samsvarar neyvt við norsku mátingarnar um, at streymurin er skiftandi, - men at seinastu 20 árini hevur hann verið støðugur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981