- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingskvinna: Bróstkrabbakanningar útsettar
Jóna Mariusardóttir Mortensen í Sambandsflokkinum vil hava at vita frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, nær kvinnur, sum eru viðgjørdar fyri bróstkrabba, kunnu vænta, at skipanin við eftirkanning aftur fer at virka.
Jóna Mortensen hevur sett landsstýrismanninum fyrispurning um málið.
Eftirkanningar eru útsettar
Hon sigur, at fleiri kvinnur, ið eru viðgjørdar fyri bróstkrabba, hava fingið bræv um, at eftirkanningin er útsett, tí eingin lækni er.
Kvinnurnar hava bíðað upp í tveir mánaðir.
Jóna Mortensen sigur, at nógvar kvinnur ganga til eftirkanning hvønn mánað, og tí er undranarvert, at kvinnurnar verða sleptar upp á fjøll og ikki sleppa til hesa kanning.