- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðmenn skulu eta meira tosk
Í Noreg verður mælt fólki til at eta meir av toski, tí toskurin er góður matur. Toskur er ikki so feitur fiskur sum eitt nú laksur, men kortini eru nógvar góðar vitaminur í honum.
Ábendingar eru eisini um, at toskur kann gera, at fólk klænka, vísa kanningar sum bæði norskir og kanadiskir granskarar hava gjørt. Tær kanningarnar eru kortini ikki lidnar enn.
Kanningar vísa eisini, at nógv jod er í toski. Jod hevur týdning fyri vøksturin og fyri at menna sentralnervaskipanina. Ein døgurði, svarandi til 100 gram av toski, gevur nóg mikið av Omega-3 feittsýrum til tveir dagar, meðan sama nøgd av laksi gevur nóg mikið av Omega-3 feittsýrum til eina viku.
Smáar nøgdir muna eisini
Sambært matmyndugleikunum í Europa, er nóg mikið við einum fjórðings ella hálvum grammi av Omega-3 sýrum nóg mikið um dagin, fyri at fyribyrgja æðra- og hjartasjúkum, so talan er ikki um tær stóru nøgdirnar.
Kanningar vísa eisini, at tað er minst líka gott at eta tosk til døgurða, sum at taka lýsi, tí fleiri góð evnir eru í fiskinum. Og so vísa kanningar eisini, at protein úr toski úr Atlantshavinum, kann verja ímóti fleiri sløgum av krabbameini.
Foreldur eiga at lata børnini eta fisk tvær ella tríggjar ferðir um vikuna, tí fiskurin hevur stóran týdning fyri menningina hjá børnum, sigur granskararnir.