- Tíðindi, mentan og ítróttur
Charlie Hebdo fleirfaldar haldaratalið

Undan atsóknini, 7. januar, har 12 persónar lótu lív, hevði blaðið 10.000 haldarar.
Eftir atsóknina hevur Charlie Hebdo fingið góðar 2,3 miljónir evrur, sum svarar til 17,7 krónur, í peningagávu. Peningurin fer til avvarandi hjá teimum, sum lótu lív, sigur Eric Portheault, leiðandi redaktørur á blaðnum.
Bara eina viku eftir atsóknina kom blaðið útaftur. Tá var stórur eftirspurningur eftir blaðnum úr útlondum, og tí var tað prentað í 7,3 miljónum eintøkum.
Vanliga er upplagið 60.000, har umleið helvtin verður seld.
Satirublaðið fer væntandi at tjena 10 miljónir evrur upp á blaðið, sum kom út vikuna eftir blóðugu atsóknina.
Blaðið kemur næstu ferð útaftur 25. februar, skrivar Ritzau-tíðindastovan.