- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirgangsmenn jarðaðir
Yvirgangsmenn jarðaðir

18.01.2015 - 10:23
Teir báðir Kouachi brøðurnir, ið framdu yvirgangsatsóknina móti franska blaðnum Charlie Hebdo er nú jarðaðir. Cherif Kouachi, ið var tann yngri bróðurin, varð jarðaður um miðnáttarleitið leygarkvøldið, skrivar Ritzau. Stórt trygdareftirlit var við jarðarferðina. Grøvin hjá honum er loynilig, tí franskir mynduleikar vilja ikki, at grøvin skal verða eitt stað, har fanatikarar og islamistar fara at biðja, skrivar Ritzau Hin bróðurin, Said Kouachi, varð jarðaður fríggjadagin, og eisini grøv hansara er loynilig.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV