Fýra gíslar lótu lív

Fýra gíslar lótu lív
Sambært Sky News, so lótu fýra fólk lív í atsóknini móti jødisku sølumiðstøðini í Paris
 
09.01.2015 - 16:58

Fyrst ljóðaði, at allir gíslarnir sluppu frá gíslaránunum í Fraklandi við lívinum.

Men nú boðar Sky News frá, at fýra gíslar lótu lív í atsóknini hjá servanda løgregluliðnum móti jødisku sølumiðstøðini í Paris. 

Gíslaránarin, Amedy Coulibaly, varð eisini dripin í atsókini, ið kann síggjast her:

Sum sæst á upptøkunum, so endaði atsókin við skotbardaga millum servandu løgregluliðini og gíslaránaran, og í øllum førum ein løgreglumaður varð særdur. 

Millum gíslarnar í Paris var ein smádrongur. 

Gíslin, ið varð tikið av yvirgangsmonnunum, Kouachi-brøðurnir, í býnum Dammartin, slapp við lívinum. 

Harvið hava 20 fólk latið lív í Paris-økinum seinastu tvey samdøgnini. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805