- Tíðindi, mentan og ítróttur
EYKASENDING: Charlie Hebdo

10 fólk á satirublaðnum Charlie Hebdo vórðu dripin, tá vápnaðir gerningsmenn mikudagin trokaðu seg inn á redaksjónina og skutu frá hond. Starvsfólkini á blaðnum vórðu dripin fyri at nýta teirra lógartryggjaða talufrælsi. Tveir politistar lótu eisini lív í atsóknini. Síðani hava verið fleiri skothendingar, tvær gíðslatøkur og yvirhøvur tykist støðan í Fraklandi vera kaotisk.
Atsóknin, sum framvegis ikki er endað, verður rópt eitt alop á fólkaræðið, eitt álop á talufrælsið. Tí broytir vangamyndin í kvøld skap og verður ein eykasending um yvirgangsatsóknina á Charlie Hebdo. Dagur og Vika verður tí eisini longd til ein tíma. Gestir í sendingi eru Rólant í Skorini, magistari í fronskum og religiónsvísindi, Hanna Jensen, franskur konsulur, Brynhild Thomsen, journalistur og Annfinnur Heinesen, háskúlastjóri.
Liljan Weihe er vertur.