Charlie Hebdo kemur út aftur mikudagin

Charlie Hebdo kemur út aftur mikudagin
Starvsfólk, ið yvirlivdu yvirgangsatsóknina, eru farin til verka at framleiða tilfar til næstu útgávuna av Charlie Hebdo, sum kemur út mikudagin
 
09.01.2015 - 15:47

Mikudagin vórðu leiðandi starvsfólkini á franska satiru-blaðnum Charlie Hebdo dripin í kaldum blóði, meðan tey sótu á redaktiónsfundi. Í dag byrjaði framleiðslan av einari nýggjari útgávu av blaðnum.

Starvsfólk, ið yvirlivdu yvirgangsatsóknina um middagsleiti mikudagin, eru farin til verka at framleiða tilfar til næstu útgávuna av Charlie Hebdo í hølunum hjá blaðnum Liberation í Paris.

Millum starvsfólkini vóru klummu-skrivarin Patrick Pelloux og advokaturin hjá Charlie Hebdo, Richard Malka. Hann segði við AFP í gjár, at ein serútgáva av teimum, ið yvirlivdu, kemur út mikudagin og prenta verða eina millión eintøk og ikki 60.000, sum er vanliga upplagið hjá blaðnum.

Hetta hendir samstundis sum servand fronsk løgreglulið royna at steðga tvey gíslarán, sum hava beinleiðis samband við yvirgangsatsóknina á Charlie Hebod.

Kouachi beiggjarnir hava girt seg inn í einari prentsmiðju í býnum Dammartin, og tvey fólk, ið stuðla Kouachi beiggjunum, hava tikið fimm fólk gíslar í einari jødiskari sølumiðstøð í Paris.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805