Soleiðis liggja umførini í Effodeildini

Soleiðis liggja umførini í Effodeildini
Nú er greitt, hvussu spælt verður í Effodeildini í 2015. Meistarin, B36, spælir fyrsta dystin á útivølli móti EB/Streymi
 
18.12.2014 - 15:48

Effodeildin byrjar 1. mars og endar 3. oktober. 27. umfør skulu spælast.

1. umfar:

NSÍ - FC Suðuroy
EB/Streymur - B36
Víkingur - ÍF
HB - AB
TB - KÍ

NSÍ, ÍF og FC Suðuroy á ólavsøku

Seinastu árini eru landskappingardystir spældir á ólavsøku, og soleiðis verður eisini í ár, tá 18. umfar skal spælast.

Sambært heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum verður fyrsti ólavsøkudysturin spældur á Argjum 27. juli, tá AB fær vitjan av NSÍ. 

Ólavsøkuaftan tekur B36 ímóti ÍF, meðan HB og FC Suðuroy spæla Ólavsøkudag.

Síðsta umfarið verður spælt leygardagin 3. oktober, og tá verður spælt soleiðis:

HB - FC Suðuroy
TB - Víkingur
KÍ - EB/Streymur
AB - NSÍ
ÍF - B36

Øll leikskráin kann síggjast her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719
Mánadag 30. desember
Veðrið
185702
Sunnudag 29. desember
Fagnaðarkonsert fyri Knút Olsen
185655
Sunnudag 29. desember
Andakt við Hanusi á Gørðum
185653
Sunnudag 29. desember
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
185656