SEV lænir 250 mió. kr. næsta ár til íløgur

SEV lænir 250 mió. kr. næsta ár til íløgur
Um trý ár verður skuldin hjá SEV hálv onnur milliard krónur
Jákup Suni Lauritsen er nevndarformaður í SEV. Hann sigur, at góð útlit eru til at fáa meiri lánsfígging
 
01.12.2014 - 08:06

SEV skyldar nú góðar 750 mió. kr. 

Men neyðugt verður at læna knappliga 250 milliónir næsta ár til íløgur, hóast SEV væntar at hava slakar 40 mió. kr. í avlopi í 2015.

Tað er eingin trupulleiki hjá SEV at fáa lán við lagaligari rentu, sigur Jákup Suni Lauritsen, sum er nevndarformaður í SEV. Hann sigur, at SEV verður roknað sum eitt gott felag at læna til, og alt bendir á, at teir, sum fíggja SEV, vilja framvegis læna SEV pening.

SEV arbeiðir saman við BankNordik og Skandinaviska Endskilda Banken um fígging. 

Um trý ár verður skuldin hjá SEV hálv onnur milliard krónur.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653