SEV kann brúka vatnið eina tíð afturat

SEV kann brúka vatnið eina tíð afturat
Loyvið er longt til 28. februar næsta ár
 
01.12.2014 - 07:56

Loyvið hjá SEV at brúka áirnar er enn eina ferð longt, hesa ferð til 28.februar næsta ár.

Gamla loyvið hjá SEV at brúka áirnar til vatnorku fór formliga úr gildi 5.oktober í fjør.

Men Vinnumálaráðið hevur nú orðað eitt nýtt loyvi, sum SEV hevur viðgjørt saman við kommununum. Og 24.september høvdu SEV, Vinnmálaráðið, Jarðfeingi og Kommunufelagið fund um málið.

Vinnumálaráðið hevur tó ikki givið SEV endaligt svar enn, men hevur longt vatnloyvið til 28.februar næsta ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653