Føroyar langt fram á FIFA-styrkislistanum

Føroyar langt fram á FIFA-styrkislistanum
Eftir sigurin á Grikkaland hevur føroyska fótbóltslandsliðið flutt seg langt fram á FIFA-styrkislistanum
 
27.11.2014 - 09:44

Nú vendi av álvara á FIFA-styrkislistanum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum.

Í fleiri mánaðir eru Føroyar farnar longur og longur niður á listanum, men sigurin á Grikkalandi hevur við sær, at Føroyar eru farnar langt fram.

Á gamla listanum vóru Føroyar nummar 187, nú eru Føroyar nummar 105. Sostatt hevur sigurin á grikkum við sær,at Føroyar eru farnar 82 pláss fram á listanum.

At flyta seg 82 pláss frá einum lista til ein annan er tað næstmesta eitt landslið nakrantíð hevur megnað.

Føroyar hava bara einaferð áður verið hægri á FIFA-styrkislistanum. Tað var í 1999, tá Føroyar vóru nummar 104.

 

Topp fimm:

1. Týskland

2. Argentina

3. Kolumbia

4. Belgia

5. Holland

 

102. Avstralia

103. Makedonia

104. Irak

105. Føroyar

106. Saudi Arabia

107. Simbabvi

108. Botsvana

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719
Mánadag 30. desember
Veðrið
185702
Sunnudag 29. desember
Fagnaðarkonsert fyri Knút Olsen
185655
Sunnudag 29. desember
Andakt við Hanusi á Gørðum
185653
Sunnudag 29. desember
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
185656