Skansin og havnarútbyggingin í Kjakinum

Skansin og havnarútbyggingin í Kjakinum
Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Albert Isfeld, arkitektur fara at tosa um ætlanina at útbyggja havnarlagið uttan fyri skansan.
Soleiðis verður útsýnið av skansanum út á Nólsoyarfjørð
Mynd: grafisk mynd  
 
18.11.2014 - 16:17

Ætlanin var í síni tíð var at byggja ta ferjuleguna í Kirkjubø, sum endaði á Gomlurætt.

Í Kirkjubø var høgligt at koma til, og væl lá fyri at gera ferjulegu, men har eru fornminni, og fyri at verja tey, var ferjulegan flutt á Gomlurætt. Tað var stórarbeiði og nógv dýrari, men tað var gjørt fyri at verja fornminnini í Kirkjubø.

Í Havn hava vit Tinganes, ið er gamal tingstaður og skansi, tó at einki er eftir av tí verjuvirkinum. Men Tinganes - og Reynið aftanfyri - verða hildin at hava stórtan týdning at varðveita, so stóran at tey kanska áttu á staðið á listanum hjá UNESCO yvir heimsarvin.

Havnar skansi er toluliga óspiltur

Skansin á Tinganesi er farin, men hinumegin vágna stendur hin skansin, Havnar skansi, toluliga óspiltur, skilt á tann hátt, at hann enn hevur eina sjósíðu, so tað sæst, at endamálið var at verja innsiglingina til Havnar.

Sjálvur skansin er friðaður, men spuringurin er, hvussu nógv virði tann friðingin hevur, um havnarútbyggingin hevur við sær, at skansin verður byrgdur inni og hvørvur aftur um pakkhús, kranar og bingjur.

Liggja ikki líka nógv virði uttan fyri sum innan fyri skansan, vakurleikavirði, sum saman við søguliga virðinum krevja at alt umhvørvið verður vart langt út á Nólsoyarfjørð?

Tað er ein av spurningunum, ið settur verður í Kjakinum eftir Dag og Viku í kvøld. Kjakið verður millum Heðin Mortensen, borgarstjóra, og Albert Isfeld, arkitekt.

Bogi Godtfred leggur til rættis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. desember
Morgunlestur mikudagur 4. desember 2024
183616
Týsdag 3. desember
LEITISSTEIN 03.12.2024 (Jólasoul)
184618
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482