Ranieri í klønum tráð

Ranieri í klønum tráð
Tapið móti Føroyum kann kosta griska venjaranum starvið
 
15.11.2014 - 10:38

Forsetin fyri griska fótbóltssambandið, Giorgos Sarris, hevur kallað til kreppufundar í dag, skrivar ritzau. 

Og Alt bendir á, at griksi landsliðsvenjarin, Claudio Ranieri, verður koyrdur frá. Orsøkin er tapið hjá grikkum móti Føroyum í gjárkvøldið. 

- Valið av venjara er mín ábyrgd. Tí eru vánaligu úrslitini eisini mín ábyrgd, segði Sarris við giskar fjølmiðar eftir dystin í gjárkvøldið. 

Claudio Ranier, sum fyrr hevur vant stórfeløg sum Juventus í Italia og Chelsea í Onglandi, tók við sum griskur landsliðsvenjari eftir HM-endaspælið í summar. Hann hevur sostatt staðið á odda fyri liðnum í fýra undankappingardystum. Úrslitini hava verið vánalig. Higartil hevur Grikkaland bara fingið eitt stig í fýra dystum og er nú aftast í bólki F. 

Tað hevur nú fingið bikarið at flóta yvir hjá forsetanum, sum nú vil hava Ranieri frá. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. desember
Jambalaja - 281224
185647
Leygardag 28. desember
Upp á tá - 271224
185644
Leygardag 28. desember
Morgunlestur leygardagur 28. desember 2024
185003
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652