- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ranieri fingið sekkin
Claudio Ranieri er ikki longur venjari hjá griska fótbóltslandsliðnum.
Tapið móti Føroyum í gjárkvøldið fekk í dag leiðsluna í griska fótbóltsambandinum at siga venjaran úr starvi.
Ranieri fekk sostatt bert fýra dystir í starvinum sum griksur landsliðsvenjari.
Hann tók við starvinum eftir HM-endaspælið í summar, har tað eydnaðist Grikkalandi at spæla seg í áttandaparts-finalurnar.
Men úrslitini í nýggju EM-undankappingini hava verið alt annað enn nøktandi fyri Grikkaland og leiðsluna í griska fótbóltssambandinum, sum nú tók avleiðingarnar og eftir kreppufund í dag segði venjaran frá.
Grikkaland hevur bara fingið eitt stig og liggur á aftasta plássi í bólki F, nú fýra dystir eru leiktir.
Føroyar hava trý stig á næstaaftasta plássi.