- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rune B. Róin í CIP spurdur um samrøður við løgmann
Um góða viku fær kanningarstjórin hjá løgtinginum at vita frá Rune Bro Róin í CIP, hvat hann og løgmaður tosaðu um, junidagarnar í fjør, tá lagnan hjá privata Eysturoyartunlinum varð avgjørd.
Rune Bro Róin hevur fingið spurningar frá Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóra.
Men danski ráðgevin hjá Innlendismálaráðnum, Kurt Bardeleben, advokatur, verður ikki spurdur.
Tað er ikki neyðugt at spyrja hann, sigur kanningarstjórin.
Nógvir spurningar
Rune Bro Róin í CIP, Copenhagen Infrastructure Partners, fekk í gjár eina rúgvu av spurningum frá Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóra hjá løgtinginum.
Rune Bro Róin er biðin um svara í seinasta lagi leygardagin í næstu viku, 15.november.
Hans Gammeltoft-Hansen sigur við Útvarpið, at hann hevur avgjørt ikki at spyrja Kurt Bardeleben, sum var ráðgevi hjá Innlendismálaráðnum í málinum um privatu verkætlanina um Eysturoyartunnilin.
Kurt ikki spurdur
Spurningurin var, um Rune Bro Róin og Kurt Bardeleben skuldu avhoyrast um fundarvirksemið um Eysturoyartunnilin í Havn dagarnar 24. til 27.juni í fjør.
Hans Gammeltoft-Hansen sigur, at av tí, at á øllum teimum fundunum, sum Kurt Bardeleben var á, vóru eisini løgmaður og landsstýrismaðurin í innlendismálum og embætisfólk hjá Innlendismálaráðnum.
Tí er ikki neyðugt at spyrja Kurt Bardeleben, sigur Hans Gammeltoft-Hansen.
Men Rune Bro Róin var einsamallur á fundum við løgmann 26. og 27.juni og tosaði eisini í telefon við hann 24.juni.
Hans Gammeltoft-Hansen sigur, at hann heldur tað er nóg mikið at spyrja Rune Bro Róin skrivliga.
Hann fekk tí sendandi nógvar spurningar í gjár. Hjásetarnir hjá Kaj Leo Holm Johannesen og Kára P. Højgaard, advokatarnir Sigmund Poulsen og Jógvan Páll Lassen, hava eisini fingið spurningarnar.
Vil svara
Rune Bro Róin hevur sagt, at hann vil svara spurningunum. Hann er biðin um at svara í seinasta lagi 15.november.
Síðani verða hjásetarnir spurdir, um teir hava fleiri spurningar.
Hans Gammeltoft-Hansen sigur, at hann miðar eftir at vera liðugur við Rune Bro Róin síðst í november. Og tá fer hann at almannakunngera bæði spurningar og svør, tí allar hinar avhoyringarnar hava verið almennar.
Tey, sum eru spurd, politikarar og embætisfólk, eru biðin um at vera tøk 1. og 2.desember, tí møguliga skulu tey spyrjast aftur, tá Rune Bro Róin hevur svarað sínum spurningum.