Grót frá Dalsvegnum í Húsavíkarvegin

Grót frá Dalsvegnum í Húsavíkarvegin
Nú Landsverk arbeiðir við at bøta um Dalsvegin, eru fitt av gróti, sum skal gagnnýtast. Tí verður vegurin til Húsavíkar breiðkaður
Vegurin til Húsavík verður breiðkaður
Mynd: wikipedia  
 
05.11.2014 - 08:32

Avgjørt er at taka av eini sýnu nærindis Húsavík. Tilfarið er brúkt til at breiðka og javna Húsavíkarvegin. skrivar Sandportal.fo.

Ætlanir hava eisini verið um at tryggja Dalsbergið, men tað er dýrt, og krevur serliga játtan. Landsverk hevur mælt til, at peningur verður settur av til kanningar, og at arbeiðið verður gjørt frá 2018-22. 

Í íløguætlan landstýrisins frá mars 2012 er ætlanin at seta av pening til at tryggja Dalsvegin frá 2016 til 2022. 

Skarvanesvegurin er ikki í hóskandi standi, men hann er tryggur, sigur Landsverk, sum fer at bøta um asfaltlagið á vegnum næsta ár. 

Landsverk mælir til at tryggja Skarvanesvegin. Tó eru aðrir vegir við meira ferðslu - eitt nú Dalsvegurin - raðfestir fremri, skrivar Sandportal.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209