- Tíðindi, mentan og ítróttur
Peningur játtaður at steðga menniskjahandli
Annika Olsen, landsstýriskvinna í norðurlandamálum, hevur, vegna norðurlendsku samstarvsráðharrarnar, lagt uppskot fram, ið skal verða eitt stig á leiðini at steðga menniskjahandli.
- Handil við menniskjum er grov vanvirðing av mannarættindum. Eisini í norðurlondum er trupulleikin eyðsýndur. Hetta er ein vanlagna fyri tey, sum verða rakt, og vit kunnu ikki góðtaka, at slíkur ágangur sleppur at virka í okkara samfelag, sigur Annika Olsen í tíðindaskrivi.
Ráðharraráðið fer at virka fyri, at Norðurlond samstarva við baltisku londini. Talan er um samstarv millum viðkomandi myndugleikar, ið skal hava við sær, at netverk verða ment og styrkt.
Endamálið er at tryggja, at bæði vitan og royndir skulu koma øllum til góðar. Lógarverk, arbeiðsmarknaður og heilsu- og almannaøki eru dømi um samstarv, ið skulu styrkjast næstu trý árini.