Løgmaður letur Johan Dahl verða sitandi

Løgmaður letur Johan Dahl verða sitandi
Kaj Leo Holm Johannesen fer ikki at koyra Johan Dahl frá, og tí fer andstøðan í løgtinginum væntandi at leggja fram misálit.
Johan Dahl eigur at vera sitandi, sigur løgmaður
Mynd: Savnsmynd  
 
03.11.2014 - 20:28

 

Løgmaður sigur seg framvegis hava álit á Johan Dahl, og Kaj Leo Holm Johannesen heldur ikki, at málið um peninganýtsluna á Strandferðsluni skal hava avleiðingar fyri sessin hjá landsstýrismanninum.

 

Tað sigur løgmaður í einum tíðindaskrivi í kvøld. Sagt verður eisini, at Johan Dahl hevur latið løgmanni eina frágreiðing um málið.

 

- Játtanir hjá landinum skulu haldast, sigur løgmaður og viðgongur, at málið helst kundi verið handfarið betur.

 

- Men eftir mínum tykki kann landsstýrismaðurin ikki lastast í tann mun, at hann eigur at verða koyrdur frá, sigur løgmaður.

 

Eg haldi ikki, at landsstýrismaðurin hevði stórvegis aðrar møguleikar at handla nógv øðrvísi, sum støðan var á Strandferðsluni í fjør, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Í tíðindaskrivinum verður eisini sagt, at løgmaður hevur biðið Johan Dahl, landsstýrismann, bera so í bandi, at slík meirnýtsla ikki kemur fyri aftur.

 

Uppskot um misálit er sannlíkt

 

Nú løgmaður hevur tikið avgerð um, at landsstýrismaðurin í vinnumálum skal vera sitandi, fer andstøðan væntandi at leggja fram uppskot um misálit á Johan Dahl.

 

Løgtingsfundur verður týsdagin kl. 11, og um uppskotið verður lagt fram tá, steðgar viðgerðin av teimum málum, ið standa á dagsskránni

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209