Forkunnugir fiskar fingnir á djúpum leiðum

Forkunnugir fiskar fingnir á djúpum leiðum
Magnus Heinason hevur verið á rannsóknartúri fyri Havstovuna, og ikki færri enn 86 ymisk fiskasløg vórðu skrásett á djúpum leiðinum
Snúpuállur og Sloans ormfiskur
Mynd: hav.fo  
 
20.10.2014 - 16:05

Magnus Heinason hevur verið á rannsóknartúri fyri Havstovana, har endamálið við túrinum var at kanna fisk á djúpum leiðum.

Kanningarnar snúði seg serliga um brosmu, blálongu, gulllaks, stinglaks, langasporl, trantkongafisk og svartkalva. Fyri hesi fiskasløg varð skrásett longd, vekt, kyn og búningarstig, og haraftrat vórðu nytrur og magar tiknir til nærri greiningar í landi.

Snúpuállur og Sloans ormfiskur

Á túrinum vórðu heili 86 ymisk fiskasløg skrásett á djúpum leiðinum. Fleiri teirra vóru bert fingin í einum háli av teimum íalt 110 hálunum á túrinum.

Hetta eru fiskasløg, sum fyri flest okkara eru heilt fremmand og í fleiri førum rættiliga serlig í skapi og útsjónd, so sum Boa-drekafiskur, tussafiskur, glæmufiskur, snípuállur (mynd), mjáikjaftur og Sloans ormfiskur (mynd).

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209