- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ófriðarlig sunnunátt
Ófriðarlig sunnunátt
Løgreglan hevði úr at gera, og okkurt harðskapsmál var ímillum.
Mynd: Savnsmynd
19.10.2014 - 13:33
Nógv fólk var í býnum í Havn sunnunáttina, og løgreglan var boðsend fleiri ferðir, tí fólk fóru til hendurs.
Ein maður er skuldsettur fyri harðskap móti tænastumanni. Talan er um ein mann, sum løgreglan tók fyri rúsdrekkakoyring um midnáttarleitið. Tá hann varð tikin, var maðurin friðarligur, men tá hann fekk at vita, at hann fór at vera skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, gjørdist hann illur og legði á løgreglumannin.
Segði Kristian Martin Joensen, vakthavandi á politistøðini í Havn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV