Høgni Lisberg í Vangamyndini

Høgni Lisberg í Vangamyndini
Ein av okkara virknastu tónleikarum hevur givið út sættu fløguna

17.10.2014 - 15:48

Seinastu tíggju árini hevur Høgni Lisberg verið ein av okkara virknastu tónleikarum, og hann hevur nú givið út sína sættu fløgu. Útgávukonsert var í Gøtu í gjárkvøldið, og í kvøld verður Høgni at hoyra í Reinsarínum í Havn saman við tónleikarunum, sum spæla saman við honum á fløguni.

Fleiri sangir hjá Høgna eru vorðnir kendir og eru farnir víða. har teir m.a. hava verið brúktir í telduspølum og í lýsingaátøkum. Høgni megnar at fáa burtur úr orðum og løgum eina mergjaða heild, sum verður undirstrikað við sangheitum sum "Bow Down to no man", "Here we go again" og "Sea of mercy".

Nýggja fløgan hevur heitið "Call for a revolution" og í Vangamyndini sigur Høgni frá, hví so er.

Høgni Lisberg byrjaði ungur at spæla trummur í Clickhaze, og tá bólkurin gavst, fór Høgni víðari við sínum egna tilfari, sum hann hevur givið út og framført hesi seinastu tíggju árini.

Sætta fløgan, ið nú er komin út, er vorðin til á ein heldur øðrvísi hátt enn tær undanfarnu, og Høgni greiðir frá teirri gongdini í Vangamyndini í kvøld eftir Dag og Viku.

Vertur í Vangamyndini er Bogi Godtfred.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209