- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gunnar Nielsen ávarar norðurírar
- Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, heldur, at Føroyar fáa stig á Winsdor Park í Belfast leygarkvøldið.
Í stóra blaðnum, Belfast Telegraph, sigur hann, at Norðurírland ofta fyrr hevur mist stig móti minni fótbóltstjóðum.
Í undankappingini til HM í Brasil fekk Norðurírland bara javnleik á heimavølli móti Aserbadjan og Luksemburg. Norðurírland tapti útidystirnar.
Gunnar Nielsen vísir eisini á, at Føroyar tvær ferðir hava fingið javnleik móti Norðurírlandi. 1-1 í Belfast í 1991 og 1-1 á Toftum í 2010.
Norðurírland góða byrjan
Norðurírsku fótbóltsfjeppararnir eru bjartskygdir undan dystinum móti Føroyum. Hendan undankappingin byrjaði sera væl hjá teimum, tí teir vunnu 2-1 á Ungarn í Budapest í fyrsta dystinum.
Gunnar Nielsen viðurkennir, at tað bendir á, at norðurírska liðið hevur dygdir.
Hann heldur, at føroyska liðið skal serliga ansa eftir Kyle Lafferty (Norwich) og Nial McGinn (Aberdeen).
Gunnar Nielsen viðurkennir, at nakað serligt skal til, um Føroyar skulu vinna á Norðurírlandi, men allir leikararnir hava júst tað endamálið við hesum dystinum.