Sølur fyri hálva milliard krónur

Sølur fyri hálva milliard krónur
"Eingin kapping er í fiskivinnuni, og tað einasta, sum kappast verður um, er spekulasjón", sigur Høgni Hoydal.
 
04.10.2014 - 09:28
"Fyri tey stóru og virðismiklu loyvini er onki at ivast í, at tað fer keyp og søla fram, har tað í stóran mun er útlendskur kapitalur aftanfyri", sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.
 
Higartil í ár eru fiskiskip keypt og seld fyri 458 milliónir krónur í Føroyum - ella slaka hálva milliard krónur. Í alt eru 43 skip og 12 fiskiloyvi keypt og seld.
 
Tølini hevur Høgni Hoydal fingið í svari upp á munnligan fyrispurning til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum, í løgtinginum 10. september.
 
Høgni Hoydal vil nú hava Jacob Vestergaard at útgreina tølini og hevur tí sett landsstýrismanninum ein grein 52 fyrispurning. 
 
"Vit vita ikki, hvussu nógv av hesum er virði fyri skip, og hvussu nógv er virði fyri rættindir. Vit vita heldur ikki, hvussu handlarnir verða staðfestir og skrásettir", sigur Høgni Hoydal.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944