- Tíðindi, mentan og ítróttur
Her er A-landsliðshópurin
Tveir Víkingar afturat eru komnir í A-landsliðshópin, sum Lars Olsen í kvøld kunngjørdi. Atli Gregersen er við aftur, og Sølvi Vatnhamar hevur nú møguleika at fáa sín fyrsta landsdyst.
Teir báðir avloysa Klæmint Olsen, NSÍ, og Odmar Færø, B36.
Víkingur og HB eru best umboðað á landsliðnum, tey hava fýra leikarar hvør. Oddaliðið í Effodeildini, B36, hevur bert ein leikara við, tað er Róaldur Jakobsen.
Hópurin:
Gunnar Nielsen, Motherwell
Tórður Thomsen, B36
Teitur M. Gestsson, HB
Viljormur Davidsen, Vejle
Jónas T. Næs, EB/Streymur
Atli Gregersen, Víkingur
Sonni R. Nattestad, AC Horsens
Rógvi Baldvinsson, Ålgård
Ari M. Jónsson, Silkeborg
Bárður Hansen, Víkingur
Heini Vatnsdal, HB
Gilli Sørensen, Aab
Fróði Benjaminsen, HB
Pól J. Justinussen, NSÍ
Róaldur Jakobsen, B36
Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger
Christian L. Holst, Fremad Amager
Brandur H. Olsen, FC Keypmannhavn
Hallur Hansson, Víkingur
Páll A. Klettskarð, KÍ
Arnbjørn T. Hansen, EB/Streymur
Jóan Símun Edmundsson, HB
Tá landsliðshópurin varð avdúkaður í gjár stóð Johan T. Davidsen, HB á listanum.
Men Lars Olsen landsliðsvenjari gjørdi greitt at ein møgulig broyting kom, tí at Johan T. Davidsen møguliga hevði eina brotna hond.
Løtu seinni, tá tíðindafundurin var av kom FSF við eini fráboðan um at Johan T. Davidsen ikki var ikki hóast alt. Í hansara stað kom liðfelagin Heini Vatnsdal somuleiðis úr HB.
Leygardagin 11.oktober spæla Norðurírland og Føroyar í Belfast. Týsdagin 14.oktober spæla Føroyar og Ungarn á Tórsvølli